Tað var fyrst í apríl, at Læknavaktin fyribils flutti av Landssjúkrahúsinum niðan í Hoyvík fyri at minka um vandan fyri koronusmittu á sjúkrahúsinum. Læknavaktin hevur hetta tíðarskeiðið húsast í hølunum hjá Amaliu Danielsen.
Góða gongdin við ongum nýggjum tilburði av koronusmittu seinastu tveir mánaðirnar hevur við sær, at vandin fyri smittu ikki longur er hin sami. Mett verður tí, at tað er ráðiligt at flyta Læknavaktina aftur á Landssjúkrahúsið.
Tey, ið vilja hava fatur á Læknavaktini, skulu sum vant ringja 1870. Læknavaktin svarar gerandisdagar frá kl. 16 til 8. Vikuskifti og halgidagar er opið alt samdøgrið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald