Innanlands

Læknavaktin flytur í onnur høli

Frá 23. desember fer hon at halda til í nýggjum hølum á Landssjúkrahúsinum partar av døgunum

Landssjúkrahúsið (Savnsmynd)

Landssjúkrahúsið (Savnsmynd)

2019-12-20 11:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frá mándegnum 23. desmber fer Læknavaktin á Landssjúkrahúsinum at halda til í nýggjum hølum partar av døgunum.

Hesum boðar Landssjúkrahúsið frá í tíðindaskrivi í dag.

Viðtalur verða frameftir á hesum støðum:

• Yrkadagar frá klokkan 16 til á midnátt er viðtala 3. hædd/B3
• Vikuskifti og halgidagar frá klokkan 8 til midnátt er viðtala á 3.hædd/B3
• Frá midnátt til klokkan 8 allar dagar er viðtala á Skaðastovuni/Bráðmóttøkuni, eins og í dag.

Hevur ein ørindi í Læknavaktini, skal ein eins og áður venda sær til Leiðbeiningina at verða skrásettur.

Læknavaktin 1870 er ætlað teimum, ið brádliga gerast sjúk, ella har sjúkan versnar uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder