Innanlands

Læknavaktin í nýggj høli á Landssjúkrahúsinum

Mánamorgunin klokkan átta letur LKknavaktin upp í nýgjum hølum í 'gomlu forhøllini' á Landssjúkrahúsinum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-04-24 10:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, flaggdagin 25. apríl klokkan átta letur Læknavaktin upp í nýggjum hølum í ‘gomlu forhøllini ‘ á Landssjúkrahúsinum.

Tað upplýsir Sjúkrahúsverkið í tíðindaskrivi.

Læknavaktin fer at halda til í somu hølum, sum ambulanta virksemið hjá rannsóknarstovuni heldur til, og fer alt virksemið hjá Læknavaktini frameftir at vera á hesum stað.

Upplatningartíðirnar hjá Læknavaktini er óbroyttar.

Hetta merkir, at Læknavaktin framvegis er opin frá klokkan 16 til 08 á morgni yrkadagar, og alt samdøgrið í vikuskiftum og á halgidøgum, sigur Sjúkrahúsverkið, sum minnir á, at Læknavaktin bert er ætlað, um tú brádliga gerst sjúk/ur, ella um tú gerst meir ússalig/ur í samband við sjúku, og har tú metir, at tað ikki kann bíða, til tú fært fatur á tínum egna kommunulækna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder