Býráðið í Sunda kommunu samtykti í fíggjarætlanini fyri 2024, at læknaviðtalan skuldi út- og umbyggjast. Fyrireikandi til hetta er gjørd - í samspæli millum umsitingina í Sunda kommunu, læknarnar við Norðskála og Brim Arkitektar. Í summar varð lendisarbeiðið gjørt.
Verkætlanin var í útboðið. Heimasíðan sunda.fo skrivar, at fýra tilboð komu inn fyri stórarbeiðstøku, og at Búð hevði lægsta boðið.
Trý tilboð komu inn fyri EL-arbeiðstøkuna, og átti EL-Trygd lægsta boðið har. Nú eru sáttmálarnir undirskrivaðir við Búð og EL-Trygd, og arbeiðið byrjar fyrst í september.
Borgarstjórin, Jógvan Kruse, og umboð fyri EL-trygd eftir at arbeiðstøkusáttmálin er gjørdur (Mynd: sunda.fo)
Talan er um umbygging av verandi læknaviðtalu umframt nýgbygging og samanbygging við verandi. Eftir ætlan er arbeiðið liðugt móti sumri 2025, skrivar sunda.fo.
Viðtalan verður "nýggjari", størri og fara fleiri møguleikar eisini at vera innan læknaliga øki á Norðskála:
- Við nýggju læknaviðtaluni, verður læknaviðtalan dagførd, nútímansgjørd og áleið tvífaldað í vídd. Umframt okkara tveir kommunulæknar, verður pláss fyri tveimum útbúgvingarlæknum umframt eini skaðastovu og góðum umstøðum til sjúkrarøktar- og ambulant virksemi, ið er har í dag.
Tekningar (Mynd: sunda.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald