Fyrsti koronatilburðurin í Svøríki varð staðfestur 31. januar, men hildið verður nú, at smittan var í Svøríki longu í desember.
Tað sigur Anders Lindblom, lækni og serfrøðingur í smittuverju við Svenska Dagbladet.
– Á eini skaðastovu í Svärdsjö tóku tey ímóti fleiri sjúklingum, sum vístu tekin um sjúku í andaleiðini í desember. Hesi høvdu verið í sambandi við ein, sum kom úr kinesiska býnum Wuhan, sum er upprunastaðið hjá koronasmittuni.
Síðani hevur tað víst seg, at fleiri hava andevni móti korona í blóðinum, hóast tey eingi sjúkueyðkenni hava havt síðan desember, sigur hann sambært Ritzau.
Í farnu viku kom tað eisini fram, at koronavirusið hevði verið í tveimum italskum stórbýum í desember, tveir mánaðir, áðrenn fyrsti tilburðurin varð staðfestur. Les meira her. Í mai varð eisini staðfest, at smittan hevði verið í Fraklandi um somu tíð. Les meira her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald