59 ára gamli Frits von Weizsäcker, sonur fyrrverandi týska samveldisforsetan, Richard von Weizsäcker, var í gjár dripin í einum kníválopi á einum sjúkrahúsi í Berlin.
Tað skrivar týska dpa-tíðindastovan.
Ein maður leyp á von Weizsäcker meðan hann helt fyrilestur á psykiatrisku deildini á Schlosspark sjúkrahúsinum.
Frits von Weizsäcker, ið var yvirlækni, doyði á staðnum, og maðurin, sum leyp á, er handtikin.
Drápsmaðurin er í starvi hjá løgregluni, men var til staðar undir fyrilestrinum sum privatpersónur, skriva miðlarnir.
Pápi dripna læknan, Richard von Weizsäcker, gjørdist forseti í Vesturtýsklandi í 1984 og varð sitandi í 10 ár til 1994. Tá vóru Vesturtýskland og Eysturtýskland sameind í eitt land. Forsetaembætið í Týsklandi hevur ikki tað stóra politisku valdið, men er av meira umboðandi slag. Áðrenn von Weizsäcker gjørdist forseti var hann í trý ár borgarstjóri í Berlin.
Richard von Weizsäcker doyði í 2015. Hann átti fimm børn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald