Innanlands

Lækni: - Sum bæði lækni og mamma kann eg ikki tiga longur

- Hvussu so eg vendi og snari tí, so gevur tað ikki meining at koppseta børn, sum ikki gerast serliga sjúk av covid-19 fyri at fyribyrgja sosialum inntrivum, sum samfelagið sjálvt leggur á tey, sigur Eydna Eysturskarð, lækni

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-12-16 15:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Nú haldi eg at vit eru farin ov langt – so nú kann eg ikki tiga longur.

Tað skrivar Eydna Eysturskarð í einari Facebook-støðudagføring í dag. Hon er lækni, og talar at, nú Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur lýst kunngerð sum sigur, at børn niður í 5 ár kunnu koppsetast.

- Sum lækni havi eg givið læknalyfti um ikki at gera skaða, og nú eri eg stórliga bangin fyri at samfelag okkara fer at skaða børn okkara, so nú kann eg sum lækni og mamma ikki tiga longur. Nú Kai Leo hevur leysgivið covid-19 koppsetingina til tey 5-11 ára gomlu børnini, sum ikki hava møguleika at forsvara seg sjálvi, mugu vit vaksnu traðka til og forsvara tey, skrivar Eydna Eysturskarð.

- Hvussu so eg vendi og snari tí, so gevur tað ikki meining at koppseta børn, sum ikki gerast serliga sjúk av covid 19 fyri at fyribyrgja sosial inntriv, sum samfelagið sjálvt leggur á tey fyri at tey ikki skulu ganga runt og smitta. Vit síggja jú sum nú er, at koppsett fólk eisini ganga runt og smitta, skrivar hon víðari.

Eydna Eysturskarð sipar til orðingina í tíðindaskrivinum frá Heilsumálaráðnum, har sagt verður at “hóast tey 5-11 ára gomlu sjáldan gerast álvarsliga sjúk av koronu, er vandi fyri, at tey verða hart rakt av sosialt avmarkandi inntrimum at steðga útbreiðsluni”.

Hon heitir á foreldur um ikki at ofra børnini fyri samfelagið.

- Børnini tola eins væl at fáa korona sum onnur andaleiðsvirus, og kanningar vísa at náttúrligur immunitetur enntá er betri enn immuniteturin av koppsetingini. Vit vita enn ikki nóg nógv um hvørjar avleiðingar tað fer at fáa fyri børnini og hvørji hjáárin tey fara at fáa av at blíva koppsett fyri covid-19, sigur Eydna Eysturskarð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder