Trump hevur tað ordiliga gott, sigur læknin hjá amerikanska forsetanum, sum í gjár varð fluttur á sjúkrahús eftir at hava fingið staðfest covid-19.
Tað var í gjár, at tað kom fram, at amerikanski forsetin Donald Trump og kona hansara, Melania Trump, høvdu fingið staðfest covid-19. Tey bæði hava tað gott, men serliga var óttast fyri hvussu 74 ára gamli forsetin kláraði seg.
Læknin hjá Trump, Sean P. Conley, lat væl at støðuni á tíðindafundi fyri løtu síðani.
Forsetin hevur havt mildan hosta og merkt møði. Men nú hevur hann ikki longur fepur, upplýsti hann.
Tá Trump kom á Walter Reed-sjúkrahúsi í gjár (Mynd: EPA)
Donald Trump var í gjárkvøldið okkara tíð fluttur á Walter Reed sjúkrahúsið norðanfyri Washington D.C. Orsøkin til, at hann er á sjúkrahúsi er fyri at vera á tryggu síðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald