Innanlands

Lækni um korona: Hví er ikki pláss til at seta spurningar

- Tú skalt halda, at sjúkan er ekstremt farlig, tú skalt stuðla stongsli, og sleppur ikki at seta spurnartekin til logikkin aftanfyri, og tú skalt vaksinera teg, um tú vilt fáa títt frælsi aftur, sigur Aksel Kambsskarð Berg

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-05-23 20:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Vit liva í einum samfelagið, har tað vanliga er uppfordra til, at man sjálvur dugur at hugsa og reflektera yvir støður. Men viðv. COVID, er hetta skúgva fullkomiliga til viks. Tú skalt halda, at sjúkan er ekstremt farlig, tú skalt stuðla niðurlukning og restriktiónir og sleppur ikki at seta spurnartekin til logikkin aftanfyri, og tú skalt vaksinera teg, um tú vilt fáa títt frælsi aftur.

Tað skrivar Aksel Kambsskarð Berg, lækni, í einari Facebook-dagføring í kjalarvørinum av, at Jenis av Rana í vikuni segði, at hann ikki fór at lata seg koppseta móti koronu fyrr meira vitan fekst um langtíðarárin av koppingarevninum.

Hetta undrar Aksel Kambsskarð Berg.

- Eg havi ilt at skilja, hví Jenis Av Rana skal verða so illa kritiseraður av, at hann hevur eina privata meining um, at hann ikki metir, at vísindaliga grundarlagið fyri vaccinurnar eru nóg væl undirbygdar til, at hann følir seg tryggan at verða vaccineraður í løtuni.

Hví er ikki pláss til at seta spurningar. Hví verða vaksin fólk afturvendandi ómyndiggjørd. Hví skal man vaccinerast, um man býr í einum landi uttan nevniverda smittu, spyr Aksel Kambsskarð Berg.

- Tað er nemliga púra legitimt at seta spurningar. Tað gera vísindafólk í hópatal eisini, men tey verða somuleiðis skúgvaði til viks av fjølmiðlum og tí vísindaliga elituni, ið setur dagsskránna í hesum corona-tíðum, vil hann vera við.

Aksel Kambsskarð Berg sigur, at hann sjálvur í januar varð koppsettur móti korona. Hann metti, at hetta var tað rætta fyri hann í dagliga læknastarvinum.

- Men eg havi fulla virðing fyri, at Jenis og nógv onnur velja vaccinuna frá, ella velja at bíða eitt sindur, um tey meta tað vera tryggari, sigur hann.

Aksel Kambsskarð Berg hevur áður verið formaður í Ung fyri Miðflokkin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder