Innanlands

Lærarar fáa eisini stóra lønarhækkan

Samanlagt 12,7 prosent í lønarhækkan yvir trý ár

(Mynd: Skúlablaðið)

(Mynd: Skúlablaðið)

2023-12-09 10:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fríggjamorgunin komu Lærarafelagið og Fíggjarmálaráðið ásamt um ein sáttmála galdandi í trý ár, galdandi til 2024.

Semjan er fyri trý ár við hesi lønarhækkingini:

1. oktober í 2022 hækka mánaðarlønirnar 3,80 prosent
1. oktober í 2023 hækka mánaðarlønirnar 4,20 prosent
1. oktober í 2024 hækka mánaðarlønirnar 4,70 prosent

Tað er samanlagt 12,7 prosent í lønarhækkan yvir trý ár.

Afturat lønarhækkingini er semja um millum annað førleikaviðbøtur, broyttar flokkingar fyri skúlastjórar og lærugreinaráðgevar, fundarsamsýning fyri fundir uttan fyri skúlan og betri treytir fyri barnsferð.

[object Object](Mynd: Skúlablaðið)

Semja er eisini um, at partarnir seta seg saman at gera neyðugar tillagingar til skúlaárið 2024/25, so fleiri lærarar verða settir í fast starv, og at vikarar fáa fasta setan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder