Innanlands

Læsa Skinnarasker av

Ternur farnar at bøla á skerinum mitt í havnini

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-06-09 10:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár gav borgarstjórin í høvuðsstaðnum boð um at sperra Skinnarasker av fyri fólki. Orsøkin er at ternurnar eru farnar at reiðrast á Skinnaraskeri, og so leingi tær gera tað, verður forboð at ganga út á skerið, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.

Skerið er nú sperrað av, og boð eru sett upp um, at bannað er at ganga út á skerið, so leingi sum ternurnar reiðrast.

Á skeltinum stendur: “Ternan reiðrast, latið fuglin fáa frið” á føroyskum og enskum. 

[object Object]
(Mynd: Birdingfaroes)

Fakta um ternu
Ternu dámar best nær sjónum. Á lágum nesum og á hólmum á sjógvi ella á vøtnum kann hon eiga óføra tætt, so at hann, ið har gongur, má ansa sær, ikki at traðka í okkurt reiðrið.

Ternan vil verja avkom sítt. Við harðari ferð skjýtur hon seg niður, so hann má veittra hondina upp ímóti, um hann ikki skal fáa nevsoddin í skallan. Kemur rovfuglur at, flykkjast tær tættar uttanum og reka hann harðliga burtur.

Eggini eru 2, hendir seg 3. Eftir hálvatriðju viku kemur út, og nú flúgva tær gomlu javnan til og frá berandi æti í nevinum. Kavað eftir tí fáa tær ikki, uttan tær stoyta sær høgt úr lofti niður í sjógv. Hjá reiðrunum liggja ofta lítlir ternumurtar — stundum lundasild, hendir seg onkur lítil tarabrosma. (Snar)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder