Innanlands

Lættari at kunna seg um veðrið

Játtanin til Veðurstovu Føroya hækkar næsta ár úr átta milliónum krónum upp í 8,7 milliónir krónur, sambært fíggjarlógaruppskotinum til 2023, og pengarnir skulu brúkast til at gera veðurtíðindi meira atkomulig

Veðurstova Føroya (Savnsmynd)

Veðurstova Føroya (Savnsmynd)

2022-10-01 13:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Næsta ár fær Veðurstovan 700.000 krónur afturat, sum skulu brúkast til at gera veðurtíðindi meira atkomandi hjá føroyingum. Játtanin til Veðurstovu Føroya hækkar sostatt næsta ár úr átta milliónum krónum upp í 8,7 milliónir krónur, sæst í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023, sum í gjár varð almannakunngjørt og lagt fyri løgtingið.

Endamálið við at hækka játtanina er fyrst og fremst at økja miðlingina av veðurtíðindunum og gera tað lættari hjá fólki at kunna seg um veðrið. Hetta skal m.a gerast á egnari heimasíðu hjá Veðurstovuni og sum frálíður eisini í sjónvarpi og útvarpi, skrivar Fiskimálaráðið.

Eisini arbeiðir Veðurstovan við at uppstiga veðurstøðirnar í Mykinesi, Fugloy og á Eiði fyri at fáa neyvari mátingar frá hesum lokalu økjunum. Serliga kemur hetta væl við hjá útróðarmonnunum norðanfyri.

Veðurtænastan varð yvirtikin í 2009, og uppgávan hjá Veðurstovuni er at menna føroyska veðurtænastu, gera veðurforsagnir, kunna um veðrið til føroyska brúkaran á hóskandi pallum og at standa fyri viðkomandi veðurmátingum kring landið.

Seinastu árini er stór menning farin fram á økinum. Veðurstovan hevur yvirtikið partar av uppgávunum frá danska veðurstovninum, DMI, og ætlanin er at yvirtaka enn fleiri uppgávur frá DMI í 2023. Umroknað til fulltíðarstørv eru í løtuni fimm og eitt hálvt starvsfólk á Veðurstovuni, og næsta ár verður hetta eitt fleiri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder