Nú kunnu øll við bústaði í ríkisfelagsskapinum verða koppsett ókeypis fyri koronu í Danmark, óansæð hvussu leingi tey hava verið í landinum.
Higartil hevur annars verið krav, at føroyingar og grønlendingar, sum ikki hava fastan bústað í Danmark, skulu vera í landinum í í minsta lagi 30 dagar fyri at verða koppsettir fyri koronu í Danmark. Men tað kravið er nú slept, upplýsir danska heilsumálaráðið í tíðindaskrivi.
Danska heilsustýrið metir, at Danmark hevur nóg mikið av koppingarevni til at koppseta øll hesi, og verður hetta tilboðið mett at verða relevant fyri uml. 5.500 persónar.
Sambært Ritzau eru higartil 2,8 mió. borgarar liðugt koppsettir í Danmark. Hetta svarar til 48,2 prosent av danska fólkatalinum. Samstundis hava yvir fýra mió. borgarar fingið fyrru koppsetingina – 68,7 prosent av fólkatalinum.
Í Danmark kunnu øll eldri enn 12 ár verða koppsett fyri koronu við koppingarevninum hjá Moderna og Pfizer/BioNTech.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald