Uttanlands

Lagnudagur í Bretlandi: Mótmælisfólk krevja nýggja fólkaatkvøðu

Samstundis sum bretska tjóðartingið skal atkvøða um avtaluna hjá Boris Johnson, fara fólk út á gøturnar at krevja nýggja fólkaatkvøðu um brexit

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-10-19 12:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er bretska undirhúsið savnað fyri at kjakast og atkvøða um skilnaðaravtaluna, sum bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson hevur fingið í lag við ES í vikuni.

Sambært DR er hetta fyrstu ferð síðan 1982, at undirhúsið kemur saman ein leygardag.

Men úrslitið í dag er eisini sera umráðandi. Verður avtalan ikki samtykt í dag noyðist Boris Johnson nevniliga at biðja ES um at fáa freistina fyri brexit útsetta enn einaferð, um semja ikki verður í undirhúsinum um at fara úr felagsskapinum uttan avtalu.

Tað varð nevniliga samtykt við nýggjari lóg í september.

Krevja nýggja fólkaatkvøðu

Í dag væntast eisini, at fleiri hundrað túsund fólk møta upp til mótmælið "People's March" í London, har mótmælisfólk fara at krevja, at bretar skulu hava nýggja fólkaatkvøðu um limaskapin í ES.

Meira enn trý ár eru nú liðin, síðan bretar fóru á fólkaatkvøðu um brexit, og tá var ein lítil meiriluti fyri, at bretar skulu fara úr ES.

Men enn hevur tað ikki eydnast at fáa eina skilnaðaravtalu í lag sum bæði ES og tjóðartingið tekur undir við.

Í dag er fjórðu ferð, at atkvøðast skal um eina skilnaðaravtalu. Avtalan hjá fyrrverendi forsætisráðharranum, Theresu May, varð nevniliga vrakað tríggjar ferðir.

Dagsins mótmælistiltak er eisini fjórða tiltakið av hesum slagnum, síðan fólkaatkvøðuna í 2016.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder