Innanlands

Lagt hald á átta tons av fýrverki

Løgreglan var týsdagin á einum bústaði í Vági og gjørdi húsarannsókn. Stórar nøgdir av fýrverki vóru í húsinum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-27 13:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir eina fráboðan um fýrverk var politiið í Suðuroynni á einum bústaði í Vági týsdagin fyrrapartin og gjørdi eina húsarannsókn.

Løgreglan sigur, at hald varð lagt á stórar nøgdir av fýrverki, sum bleiv flutt á eitt trygt stað í samstarvi við átaksleiðaran á staðnum. Arbeiðs- og Brunaeftirlitið eru kunnað.

Talan var um átta tons av fýrverki, segði løgreglan við útvarpið á middegi.

Politiið arbeiðir víðari við málinum og hevur ikki fleiri viðmerkingar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder