Ov lágt oljutrýst var orsøkin til, at ferðamannaskipið ”Viking Sky” fekk maskinstøðg og mundi rikið á land í Noregi um vikuskiftið.
Tað upplýstu norsku sjóvinnumyndugleikarnir, Sjøfartsdirektoratet, á einum tíðindafundi í gjár, skrivar nrk.no.
- Vit kunnu fyribils staðfesta, at beinleiðis orsøkin til at maskinurnar støðgaðu, var ov lágt oljutrýst, stendur í frágreiðingini.
Ferðafólkaskipið mistið framdriftina í sera ringum veðri við 1373 fólkum umborð. Skipið var sera nær við at reka á land.
- Støðið av smyrjiolju var innan fyri loyvd mørk, men lutfalsliga lágt, staðfestir Sjøfartsdirektoratet.
Felagið hjá Viking Sky, Viking Cruises, sigur í tíðindaskrivi, at tey nú hava kannað støðuna viðvíkjandi smyrjiolju í øllum hinum skipunum hjá reiðarínum, og fer at sta í verk mannagongdir fyri at hetta ikki skal endurtaka seg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald