2021-12-09 12:30

Skattaprosentið í Eiðis kommunu hevur seinastu árini ligið millum tey lægstu í landinum. Tað verður tað framvegis. Prosentið verður verandi 18,75, og barnafrádrátturin verður 7.500 krónur.
Lága skattaprosentið og høgi barnafrádrátturin gevur barnafamiljum betri møguleika at seta føtur undir egið borð í Eiðis kommunu. Harafturat fær barnagarður, frítíðarskúli, skúli og ungdómshús høga raðfesting í 2022, skrivar kommunan á heimasíðuni uttan tó at koma nærri inn á, hvat tað inniber.
Fíggjarætlanin 2022 kann lesast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald