2022-05-02 08:18
Komandi hóskvøld 5. mai kl. 19.00 verður fernisering hjá Lailu Nikolajsen í Smiðjuni í Lítluvík.
Menniskjað er høvuðstemað í listaverkunum hjá Lailu, ið taka skap sum akrýlmálningar á lørift. Stílurin er figurativur og nýtir ofta føroysk motiv, ið verða til í spenningsfeltinum millum tað naturalistiska og abstrakta.
Silvurdrongur framførir nøkur løg til ferniseringina, og síðani verður ein kaffimunnur og kakubiti at fáa – umframt høvið at hitta og práta við Lailu.
Eftir ferniseringina er framsýningin opin hesar dagar:
- Fríggjadagin 6. mai kl. 14-18
- Leygardagin 7. mai kl. 11-19
- Sunnudagin 8. mai kl. 14-20
- Mánadagin 9. mai kl. 12-20
- Týsdagin 10. mai kl. 12-20
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald