Mentan

Laila og Malan á Summar Festivalin

Havnarkvinnurnar hava framført nógv saman - millum annað í bólkinum Flamma

Royndu songkvinnurnar Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir hava framførslu á ársins Summar Festivali

Royndu songkvinnurnar Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir hava framførslu á ársins Summar Festivali

2024-07-09 15:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Royndu songkvinnurnar Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir hava framførslu á ársins Summar Festivali.

Hesum boðar festivalurin frá í skrivi í dag, nú ein mánaði er til festivalin 2024. 

Havnarkvinnurnar hava verið við í ymiskum bólkum og kórum og hava eisini stigið fram sum solistar.

-Tær eru sterkar sum solistar, og tær eru framúr sum duo.

Summarfestivalurin skrivar, at Laila var eitt nú við í bólkinum Carlsen, sum í 2018 luttók í danska Grand Prixnum. Hetta var saman við systrum hennara.

Malan Eyðunsdóttir var á sinni songkvinna í Mark No Limits, og hon hevur eisini givið tónleik út undir egnum navni.

Laila & Malan hava framført nógv saman, og tær vóru báðar við í væl umtókta bólkinum Flamma.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder