Innanlands

Lakasta valið hjá Javnaðarflokkinum í Klaksvík

Tey 13,56 prosentini á kommunuvalinum týsdagin góvu ein býráðslim. Tað er bara hent einaferð síðan 1966

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-11-16 18:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Valúrslit.fo: Kommunuvalið hjá Javnaðarflokkinum í Klaksvík hesaferð var tað lakasta nakrantíð. Í hvussu er aftur til kommunuvalið í 1966, har okkara hagtøl eru skrásett aftur til.

Javnaðarflokkurin fekk 13,56 prosent av atkvøðunum á kommunuvalinum týsdagin. Hetta gav ein býráðslim, Signhild V. Johannesen.

Javnaðarflokkurin hevur bara einaferð áður fingið ein býráðslim. Tað var í 2012, tá ið flokkurin fekk 14,75 prosent av samlaðu atkvøðunum.

Fimm tey lakastu valini:
2024: 13,56 prosent – ein býráðslimur
2016: 14,72 prosent – tveir býráðslimir
2012: 14,75 prosent – ein býráðslimur
1996: 16,43 prosent – tveir býráðslimir
1988: 16,75 prosent – tveir býráðslimir

Fimm tey bestu valini:
1966: 28,40 prosent – tveir býráðslimir
1976: 27,76 prosent – tríggir býráðslimir
1974: 26,77 prosent – tríggir býráðslimir
1970: 21,44 prosent – tveir býráðslimir
1980: 20,26 prosent – tveir býráðslimir

Fleiri valúrslit síggjast á valurslit.fo her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder