Í løtuni eru trý ung listafólk í gongd við at prýða gongugøtuna í høvuðsstaðnum við gøtulist.
Tær tríggjar, Mia H. Smith, Gvøðny M. Áarstein og Tóra Hammer, arbeiða beint nú inni í hvítum tjøldum, sum eru at síggja í miðbýnum.
Sambært Tórshavnar kommunu verða listaverkini almenn seinni í vikuni. Talan er um eitt fyribils átak.
– Listakvinnurnar mála eitt nú “lakka paradís”, sum tær sjálvar tulka og nýhugsa. Listin verður sjónlig í býarmyndini og fer at bjóða børnum og vaksnum at spæla.
Miðbýarætlanin hjá Tórshavnar kommunu leggur upp til smærri fyribils verkætlanir sum hesa. Hesi fyribils átøk, sum eisini verða nevnd "temporary urban space" verða nýtt í fleiri býum kring heimin at bjóða fólki at uppliva býin øðrvísi í eitt avmarkað tíðarskeið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald