Mentan

Laksatorgið fer av bakkastokki í morgin

Leygardagin 24. juli frá kl. 10 - 16 verður Laksatorgið á skrá niðri á Støð á Glyvrum

2021-07-23 12:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hugnaliga umhvørvið niðri á Støð á Glyvrum er aftur í ár karmur um Laksatorgið, ið er stóra summartiltakið hjá Runavíkar kommunu. Ponyríðing, vaflur, ullísar, kappingar, undirhald og harmonikutónar seta dáma á dagin.

Stór grill verður sett upp, og fleiri tjøld eru á økinum, har smakkiroyndir av rávøru frá Bakkafrosti verða at fáa.

Nøkur tiltøk eru afturvendandi, og onnur nýggj leggjast afturat. Stóra sølutorgið við alskyns vørum letur upp kl. 10.00. Leikur, prýðislutir, søla av bundnum vørum, gávulutum og endurnýtsla eru millum mongu tilboðini.

Tey bæði - Salmona og Gullaksa - skipa allan dagin fyri kappingum og bjóða fólki at royna sjóselfie. Pallurin er mitt á økinum, har tónleikur og Ævintýrferðin eru á skrá.

Økið er væl skipað, strondin Glyvra Beach er skamt frá, har m.a. høvi verður at leypa á sjógv ella royna skreiðibreytina.

Laksatorgið verður 24. juli frá kl. 10:00-16:00 niðri á Støð á Glyvrum.

Skráin fyri dagin:

10.00: Økið letur upp
10.30: Jens Marni
11.30: Salmona og Gullaksa
13.00: Signar í Homrum
14.30: Ævintýraferðin
15.15: Salmona og Gullaksa
16.00: Liðugt

Visit Runavík

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder