Mentan

Laksatorgið verður 13. juli

Aftur í ár skipar Runavíkar kommuna fyri vælumtókta familjutiltakinum á Glyvrum – Á skránni er sølutorg, tónleikainnsløg og annað undirhald

(Mynd: Runavíkar kommuna)

(Mynd: Runavíkar kommuna)

2024-07-01 17:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hugnaliga Laksatorgið niðri á Støð á Glyvrum er vorðið eitt satt summar-hæddarpunkt í Runavíkar kommunu, og ársins Laksatorg verður leygardagin 13. juli frá klokkan 10 til 16.

Runavíkar kommuna skipar fyri vælumtókta familjutiltakinum, og Bakkafrost veitir laks til mongu gestirnar.

Mangt er á rúgvusmiklu skránni, skrivar Visit Runavík í tíðindaskrivi.

Eins og undanfarin ár verður stóra sølutorgið við sølu av alskyns vørum so sum prýðislutum, hondbundnum vørum, mati og mongum øðrum.

Eisini vera tónleikainnsløg við Signari í Homrum, SWAY, Tónajam (Nes sóknar Musikkskúli) og Ævintýraferðini.

Harumframt koma Angela og Hannibal at undirhalda børnunum, og Kæti skipar somuleiðis fyri barnaundirhaldi. Møguleiki verður eisini fyri ponyríðing, ókeypis kajakktúri og øðrum.

Bakkafrost hevur opið hús fyri almenninginum, og vitjandi fáa m.a. møguleika at síggja framleiðsluvirkið. Regin Jacobsen, stjóri, hevur framløgu, og Jens Marni syngur.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder