2026-07-08 15:16
Stóra familjutiltakið Laksatorgið verður nú leygardagin á Bakka á Glyvrum.
Í ár eru tað 25 ár síðani fyrsta Laksatorg og hesi árini hevur tiltakið ment seg nógv, bæði í stødd, staðseting og innihaldi.
Sum vant, so vera tað hópin av ókeypis upplivingum til bæði stór og smá. Stórt sølutorg, alskins matur, tónleikur og undirhald á sjógvi og landi, umframt at Bakkafrost hevur bæði opið hús og skip, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.
Tað eru Runavíkar kommuna og Visit Runavík, sum skipa fyri Laksatorginum, við góðum stuðli frá Bakkafrost.
Tiltakið byrjar klokkan 10 og endar klokkan 16. Meira kunning á Facebooksíðuni hjá Laksatorginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald