Innanlands

Laksur frá Hiddenfjord á føroyska marknaðin

Hetta er fyrstu ferð, at slík vøra frá Hiddenfjord er til keyps í matvøruhandlum í Føroyum

Mynd: Hiddenfjord

Mynd: Hiddenfjord

2021-11-19 07:39 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag ber til at keypa fryst laksastykki og -fløk frá Hiddenfjord í matvøruhandlum kring landið. Hetta er fyrstu ferð, at slík vøra frá Hiddenfjord er til keyps í matvøruhandlum í Føroyum.

”Í nógv ár hava fólk spurt, hví ein ikki kann keypa okkara laks í handlum í Føroyum,” sigur Óli Hansen, sølustjóri í Hiddenfjord. ”Vit gleðast um, at vit nú kunnu bjóða føroyingum møguleikan at njóta okkara laks, ið nógv kring heimin meta vera ein tann besti.”

Ein av orsøkunum til, at laksurin hjá Hiddenfjord er serligur, er, at hann er pakkaður einans tríggjar tímar eftir tøku. Hetta tryggjar bestu góðsku.

“Fyri at tryggja bestu vøruna til brúkaran, pakka og frysta vit stykkini innan tríggjar tímar eftir at fiskurin er tikin. Hetta ger vøruna heilt serstaka,” sigur Heiða G. Nolsøe, vøru- og framleiðslumennari hjá Hiddenfjord.

Vanliga verða laksastykkir framleidd úr rávøru, sum hevur ligið á goymslu í tríggjar til seks dagar, áðrenn flakaskeringin fer fram. Tá eru beinini bleyt og kunnu lættliga takast úr flakinum. Tá ið laksurin verður frystur einans tríggjar tímar eftir tøku, er kjøtið so fast, at tað er ómøguligt at taka beinini úr.

Tað er tó sera lætt og skjótt at taka beinini úr, tá ið laksurin er tiðnaður. Ein leiðbeining um, hvussu beinini skulu takast úr, liggur í hvørjum pakka, og Hiddenfjord hevur eisini framleitt ein stuttan film, sum vísur, hvussu ein tekur beinini úr.

Vøran er at finna í tveimum støddum, 500g laksastykki og 1100g laksaflak. Ein ókeypis tong og uppskrift fylgir við, tá tú keypir laks frá Hiddenfjord.

Hiddenfjord er ein familjufyritøka, sum hevur stórt virksemi í Føroyum. Smolt verða ald  á smoltstøðini á Fútakletti og laksurin settur út á Sørvágsfjørð, á Miðvág, í Vestmanna og á Hestfjørð. Allur laksurin verður  kruvdur og góðskaður á góðskingarvirkinum í Sørvági og seldur um allan heim. Tilsamans arbeiða um 200 fólk hjá Hiddenfjord.

Hiddenfjord leggur dent á burðardygd og var fyrsta alifyritøka í heimum at gevast við flogflutningi av laksi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder