Land of Maybe eitur nýggjur føroyskur bólkur, sum júst hevur givið út sína fyrstu tónleikaútgávu. Leygarkvøldið kann bólkurin upplivast á útgávukonsert í Spaniastovu í Klaksvík.
Atfanfyri útgávuna við heitinum Glotti, standa Allan Tausen og Edith Dahl Jakobsen. Tey hittust í 2018 og hava síðani skrivaå tilfar til heila útgávu.
Tey hava stovnað bólkin Land of Maybe, sum byrjaði tónleikaferð í samband við útgávuna 6.november. Saman við fleiri av bestu tónleikarunum í Føroyum hava tey verið í Studio Bloch, har øll løgini eru innspæld og miksað.
Tónleikurin hjá Land of Maybe kann lýsast sum modernað americana og poppur.
Áhoyrarar kunnu vænta at hoyra alla útgávuna, umframt verða forkelað við nýggjum løgum, sum ikki eru útgivin.
Land of Maybe er mannaður við Edith Jakobsen, sang, Allan Tausen, gitar, Magnus Johannesen, klaver, Mikael Blak, bas, Brandur Jacobsen, trummur, og Filip Zacharissen, el-gitar.
Dyrnar lata upp kl 19, tá høvið er at fáa leskiligar brellbitar og súpan. Í samband við konsertina verða korona tilmælini vera fylgd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald