Landamarkið ímillum Spania og Portugal varð í dag latið upp aftur av leiðarunum í londunum báðum, skrivar The Guardian.
Bæði forsætisráðharrin í Spania Pedro Sanchez og Felipe kongur umframt portugisiski forsætisráðharranum Antonio Cosat og forsetanum Marcelo Rebelo de sousa vóru til staðar tá markið varð latið upp.
Markið letur upp aftur fyri øll ferðandi millum londini bæði eftir, at hava verið afturlatið í tríggjar mánaðir.
-Okkara felags vælferð og lagna í tí evropeisku ætlanini hvílir á, at mørkini eru opin. Farsóttin hevur givið okkum eitt nýtt sýn á fortíðina, sum vit ikki ynskja at venda aftur til, skrivar portugisiski forsætisráðharrin á Twitter.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald