Uttanlands

Landasorg í Noregi

Landasorg er lýst fram til jarðarferðina hjá Harald kongi.

Fólk leggja blómur frammanfyri kongsborgina í Oslo (Mynd: Ole Berg-Rusten/NTB/Ritzau Scanpix)

Fólk leggja blómur frammanfyri kongsborgina í Oslo (Mynd: Ole Berg-Rusten/NTB/Ritzau Scanpix)

2026-08-28 14:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Norska stjórnin hevur lýst landasorg í Noregi, eftir at Harald kongur andaðist í morgun.

Landasorg verður frá í dag og fram til jarðarferðina hjá konginum. Hetta merkir m.a., at steðgur verður í vanliga virkseminum hjá Stórtinginum í hesum tíðarskeiðnum.

Í skrivinum frá norsku stjórnini verður undirstrikað, sambært Ritzau, at norðmenn sjálvir avgera, hvussu teir vilja syrgja yvir Harald kong.

– Vit mugu sum einstaklingar, familjur, lokalsamfeløg, arbeiðspláss og felagsskapir og sum land finna okkara hátt at vísa sorg og luttøku, stendur m.a. í skrivinum frá norsku stjórnini, sum eisini hevur gjørt eina vegleiðing til, hvussu mann kann sýna samhuga á virðiligan hátt.

Hetta kann gerast m.a. við at flagga á hálvari stong, hava tøgn í ein minutt í sambandi við almenn tiltøk, seta fram myndir av Harald kongi ella tendra ljós.

Eisini kunnu fólk leggja blómur frammanfyri kongsborgina í Oslo ella frammanfyri lokala ráðhúsið, við ein minnisvarða ella í einari almennari lund.

Tað er upp til fyriskiparar av mentanar- og ítróttatiltøkum at avgera, um tiltøkini skulu haldast sum ætlað.

Enn er ikki greitt, nær ella hvar jarðarferðin verður, men sunnudagin verða sorgargudstænastur í kirkjum um alt Noreg, og eisini verður møguligt hjá norðmonnum at síggja kistuna hjá Harald kongi í Oslo.

Les eisini: Støre og danska kongshúsið: - Tað er við stórari sorg

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder