Innanlands

Landið setir sín part av Pf. Tjaldur til sølu

Fíggjarmálaráðið ynskir boð upp á tær 2,8 milliónirnar, sum landskassin eigur í íløgufelagnum

Pf. Tjaldur eigur hevur høvuðsskrivstovu í hesum bygninginum á Bryggjubakka (Mynd: Google)

Pf. Tjaldur eigur hevur høvuðsskrivstovu í hesum bygninginum á Bryggjubakka (Mynd: Google)

2022-11-07 16:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú er ætlanin at landskassans ogn í íløgufelagnum Pf. Tjaldur skal seljast.

Grannskoðarafyritøkan Januar lýsir nú eftir boðum upp á tey 2,8 prosentini, sum Fíggjarmálaráðið stendur fyri. Hetta svarar til 2,8 milliónir krónur av partapeninginum í Pf. Tjaldur.

Freistin at geva boð upp á henda ognarlutin er sett til 28. nanuar, og í fráboðanini verður eisini sagt, at Fíggjarmálaráðið tilskilar sær rætt til at vraka øll boð, um Fíggjarmálaráðið ikki metir, at tey eru nøktandi.

Pf. Tjaldur er eitt gamalt partafelag – tað elsta í føroysku partafelagsskrásetingini – tí tað er tað triðja, ið er skrásett í Føroyum. Upprunaliga er talan um Skipafelagið Føroyar.

Í dag er Pf. Tjaldur eitt íløgufelag, sum hevur sett pengar í onnur vinnurekandi feløg í Føroyum.

Tað er ikki einfalt at fáa yvirlit yvir tær fyritøkurnar, sum eru knýttar at Pf. Tjaldur, sum er skrásett sum móðurfeløg í hesum íløgu- ella ognarfeløgum, Spf. Skrínið, Spf. Kerið, Spf. Hjallur, Spf. undir Bryggjubakka, Spf. Løkir, Pf. John Dam & Co., Pf. North Nest Capital, Spf, Kolan og Tjaldur Holding AS í Noregi.

Fyritøkur, har Tjaldur er partur av eigaraskarðanum eru eitt nú JT Electric, Nema, Effo og Vindrøkt umframt aðrar.

Á heimasíðu felagsins verður sagt, at Tjaldur hevur sum mál at gera íløgur innan fiskivinnu og orku og so feløg, ið eru atknýtt hesum vinnum.

Rúni M. Hansen er nevndar formaður í Pf. Tjaldur. Hinir nevndarlimirnir eru Líggjas í Bø og Helge Lund.

Janus Thomsen er nýsettur stjóri í felagnum. Hann kemur frá einum sessi sum stjóri í Pf. Effo, og avloysir Árna Tór Rasmussen, ið hevur sitið sum stjóri síðan desember 2012. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder