
EGS-skuldin hjá Føroyum var um 44% av BTÚ við ársenda 2020, samanborið við 35% við ársenda 2019. Orsøkin til vøksturin frá 2019 til 2020 er, at landskassin í juni 2020 økti skuldina við 1,6 mia. kr. í sambandi við Covid-19. Landskassin hevur tó í juni 2021 afturgoldið 1,35 mia. kr. av skuldini og metingin er, at EGS-skuldin við ársenda 2021 aftur verður nærum 35% av BTÚ.
EGS stendur fyri Evropeiska Gjaldoyra Samstarvið, og EGS skuld er ein ávísur máti at rokna út bruttoskuld, sum ger tað møguligt at samanbera skuldarstøðið tvørturum lond. Á donskum verður tað rópt ØMU (Økonomisk Monetær Union) og á enskum EMU (Economic and Monetary Union).
Almenna skuldin umfatar skuld hjá stjórnarmyndugleikanum, landspartamyndugleikum (regiónum), kommunum og sosialum grunnum. Skuldin hjá almennum fyritøkum, sum tað almenna veðheldur fyri, verður eisini roknað við, um so er, at felagið ikki er sjálvberandi og almenni myndugleikin má gjalda vegna veðhaldið. Megnar ein almenn fyritøka, ið hevur skuld, ikki at afturgjalda skuldina við egnum inntøkum, verður skuldin, ella partur av skuldini, roknað við í almennu EGS- skuldina. Tískil er skuldin hjá P/F Eysturoyar- og Sandoyartunlinum roknað við í almennu skuldini hjá Føroyum.
Upprunaliga var hesin háttur nýttur til at vita, um evrulondini hildu seg innanfyri avtalaða hámarkið á 60% av BTÚ. Síðan fóru onnur evropeisk lond at nýta leistin at gera upp skuld, so tey kundu samanbera seg við hini evrulondini. Nú verður EGS-leisturin ofta nýttur sum eitt lyklatal, tá samanberingar verða gjørdar um almenna skuld í ymsum londum, eisini hjá londum sum einki hava við ES at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald