Innanlands

Landsbankin: Gjaldførið hjá landskassanum er ríkiligt

Lógin um Landsbanka Føroya staðfestir, at lands­kassin skal hava 15 prosent av BTÚ í minsta­gjald­føri. Í 2020 skuldi landskassin soleiðis hava í minsta lagi 2,9 mia. kr. í gjaldføri. Gjaldførið við ársenda var 4,7 mia. kr. og tí væl omanfyri kravda minstagjaldføri

2021-02-15 11:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Myndin niðanfyri vísir gongdina í gjaldførinum hjá landskassanum í 2020. Myndin vísur, at gjaldførið við ársbyrjan 2020 var um 600 mió. kr. omanfyri minstagjaldførið, men at tað fellur niður móti minstagjaldførinum, tá Covid-19 rakar.

Eitt av tiltøkunum hjá landsstýrinum var at útseta MVG-gjaldið frá fyrsta ársfjórðingi til triðja ársfjórðing, fyri at lætta um gjaldførið hjá fyritøkunum, meðan samfelagið var afturlatið. Eisini var freistin at rinda tollgjøld longd.

Av tí at óvissan um inntøkur og útreiðslur landskassans var so stór í byrjanini av Covid-19 farsóttini, valdi løgtingið harafturat í juni 2020, tá landskassin kortini skuldi út at endurfíggja eitt lán, at læna 1,6 mia. kr. eyka. Lánið á 1,6 mia. kr. skuldi dekka hall á fíggjarlógini í 2020 og 2021. Fíggjarmálaráðið metti tá, at undirskotið fór at vera 1,1 mia. kr. í 2020 og 500 mió. kr. í 2021. Tí sæst stóra lopið á myndini. Samlaða lántøkan var 2,945 mió. kr., har 1,345 mió. kr. skuldi brúkast til at rinda skuld, sum fald til gjaldingar.

Síðani juni 2020 hevur gjaldføri landskassans ligið millum 4 og 5 mia. kr.

Gjaldførið landskassans var við ársbyrjan umleið 600 mió. kr. yvir minstagjaldførið. Við ársenda 2020 var gjaldførið 1,8 mia. kr. yvir minstagjaldførið. Gjaldførið av lántøkuni í juni 2020 á tær 1,6 mia. kr. er tí enn tøkt.

Higartil, hevur landskassin enn bert trekt á yvirskotsgjaldførið, sum landskassin hevði við ársbyrjan.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder