Myndin niðanfyri vísir gongdina í gjaldførinum hjá landskassanum í 2021.
Sum myndin vísur, var ríkiligt av gjaldføri frá ársbyrjan til í juni, tá landskassin rindaði aftur eitt lán á 1,4 mia. kr. (bláa linjan). At gjaldførið við ársbyrjan 2021 var um 1,4 mia. kr. hægri enn minstagjaldførið (grøna linjan), stavar frá lántøku í 2020, fyri at byrgja upp fyri búskaparligu avleiðingunum av Covid-19.
Eftir at lánið var afturgoldið fall gjaldførið niður á minstagjaldførið og sveiggjaði harum fram til umleið november, tá gjaldførið aftur bleiv betri.
Við ársenda var gjaldførið 500 mió. kr. omanfyri kravda minstagjaldførið. Hetta ger at tað eisini í juni 2022, tá eitt lán á 1,3 mia. kr. fellur til gjaldingar, er sannlíkt, at landskassin fer at rinda niður av síni skuld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald