Landsbankin biður í hvørjum ársfjórðingi føroysku bankarnir svara ymiskum spurningum um útlán.
Bankarnir skulu millum annað meta um broytingar í eftirspurningi eftir fígging, í krøvunum til kredittvirðið og í fíggjarstøðuni hjá kundunum.
Í triðja ársfjórðingi 2024 svaraðu bankarnir, at fíggjarstøðan (gjaldsevnið) hjá privat- og vinnukundunum er batnað í triðja ársfjórðingi orsakað av rentulækkingini, ið varð fráboðað í juni 2024 og fekk virknað í føroysku bankunum í juli 2024.
Eftirfylgjandi kom ein rentulækking í september, sum bankarnir meta fer at betra um fíggjarstøðuna hjá privat- og vinnukundum í fjórða ársfjórðingi 2024.
Stabbarnir í myndini vísa, hvussu bankarnir meta støðuna vera í inniverandi ársfjórðingi (nýggjasta kanning er 3. ársfjórðingur 2024) og prikkarnir vísa, hvussu bankarnir meta støðuna fara at verða í komandi ársfjórðingi (tað vil siga í 4. ársfjórðingi 2024).
Tá ið bankarnir svaraðu hesari útlánskanning í september 2024, var triðja rentulækkingin hjá ECB enn ikki fráboðað. Triðja rentulækkingin fer somuleiðis at gera fíggjarstøðuna hjá kundunum í føroysku peningastovnunum betri í fjórða ársfjórðingi 2024.
Hóast tvær rentulækkingar vóru fráboðaðar tá henda kanning var gjørd, sæst ikki stórvegis broyting í eftirspurninginum eftir fígging hjá verandi privat- og vinnukundum í føroysku bankunum. Bankarnir hava heldur ikki væntanir um, at eftirspurningurin eftir fígging fer at broytast í fjórða ársfjórðingi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald