Innanlands

Landsbankin: Innlánsyvirskot í føroysku bankunum fellur

Innlánsyvirskotið í føroysku peningastovnunum er fallið nakað síðstu mánaðirnar og var 556 mió. kr. í februar 2024.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-05-06 12:32 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Innlánsyvirskotið er innlán (uppsparing) hjá føroyskum peningastovnunum íroknað útlendskar deildir, frátrekt útlán hjá somu.

Samlaðu innlánini í føroysku bankunum íroknað útlendskar deildir vóru í februar 2024 21,2 mia. kr., meðan samlaðu útlánini vóru 20,7 mia. kr. til føroyskar og útlendskar kundar.

Vøksturin í innlánum frá føroyskum kundum í føroysku bankarnar var 0% í februar 2024 mátað sum eitt 3 mánaðar miðaltal.

Innlánsvøksturin var positivur hjá húsarhaldunum (4,4% í februar 2024), men negativur hjá kommunum, privatum og almennum fyritøkum, sosialum grunnum og hjá øðrum fíggjarstovnum (td. pensjóns- og tryggingafeløgum).

Innlánsyvirskotið fall nógv í 2021 orsakað av søluni av donsku deildini hjá BankNordik.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder