2021-10-18 10:47

Landskassin rindaði í juni 2021 eitt lán aftur á 1,35 mia. kr., og skuldin fall tí við hesi upphædd.
Hetta bar til, tí landskassin í juni í 2020 tók eitt lán á 1,6 mia. kr. fyri at tryggja, at peningur var tøkur í sambandi við Covid-19.
Av tí at búskaparliga gongdin í fjør og í ár hevur verið betri, enn áður væntað, var peningur tøkur at rinda skuld niður við í juni 2021. Landskassans rentuberandi skuld er í løtuni umleið 4 mia. kr. Tað svarar til 18% av BTÚ í 2021, sí myndina.
Í august í ár gav Moody’s Føroyum somu kredittmeting, sum seinast; tað vil siga Aa2 við støðugum útliti. Hetta er triðja hægsta rating (“próvtal”), sum eitt land kann fáa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald