Skuldin á 4 mia. kr. er samansett av fýra lánsbrævarøðum. Ein skal rindast aftur í 2022, ein í 2023 og hinar báðar skulu rindast aftur í 2025 og 2032.
Øll fýra lánsbrævalánini eru standandi – tað vil siga, at bara renta, og ikki avdráttur, verður goldin í lánitíðini. Lániupphæddin verður goldin aftur í einum, tá ið lánitíðin er av.
Myndin niðanfyri vísur miðalrentuna við árenda, sum landskassin rindar av lánsbrævaskuldini.
Rentan sum landskassin rindar í sambandi við lántøku er nógv minkað seinastu 10 árini, eisini tí rentustøðið er lækkað so nógv. Í 2011 var rentan á lánsbrævaskuldini í miðal 3,04%. Til dømis er vert at nevna, at tað eina lánsbrævalánið á 1,3 mia. kr., sum var tikið í 2020 og skal rindast aftur í juni 2022, hevur 0% í áljóðandi rentu.
Tað kann væntast, at rentustøðið fer at hækka í komandi tíðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald