
Útlánini úr føroysku bankunum eru økt við 5% ella umleið 800 mió. kr. í september 2021 í mun til sama mánað árið fyri.
Vøksturin í útlánunum hjá føroysku bankunum er eitt vet lægri, enn í øðrum ársfjórðingi, tá hann var 5,8%.
Útlánini til føroyskar kundar úr donsku peninga- og realkredittstovnunum eru økt við 22% í sama tíðarskeiði. Meginparturin av útlánunum frá donsku fíggjarstovnunum eru sethúsalán frá realkredittstovnum til føroysk húsarhald.
Meginparturin av vøkstrinum í útlánum frá føroysku peningastovnunum stavar frá øktum útlánum til vinnuna. Útlánsvøksturin er serliga høgur innan tænastuvinnurnar; flutnings-, handils-, gistingarhús- og matstovuvinnuna, og fastogn.
Útlánini til samlaðu tænastuvinnuna eru økt við 11% í tíðarskeiðinum september 2020 til september 2021. Líka stórur vøkstur sæst ikki í útlánunum til framleiðsluvinnurnar í sama tíðarskeiði; vøksturin er 4%.
Í almenna geiranum eru útlánini eisini økt, og tað eru serliga kommunurnar, sum toga útlánsvøksturin upp. Útlánini til kommunurnar eru økt við 17% í tíðarskeiðinum september 2020 til september 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald