Mentan

Landsdansistevnan verður í Havn um vikuskiftið

Leygardagin 21. august eru Tøkum lætt og Dansifelagið í Havn vertir fyri landsdansistevnuni – Seinast stevnan var í høvuðsstaðnum var í 2001

2021-08-18 14:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Triðja hvørt ár skipa dansifeløg kring landið fyri eini landsdansistevnu vegna landsfelagið føroyskum dansi at frama, Sláið Ring. Seinasta stevnan var á Eiði í 2019, og vóru Dansifelagið á Látrinum og Norðstreymoyar dansifelag vertir. Av tí at stóra norðurlendska dansistevnan "Havleikur" verður í Føroyum í komandi ár, verður landsdansistevnan longu í ár aftur, skriva dansifeløgini, Tøkum lætt, Dansifelagið í Havn og Sláið Ring, í tíðindaskrivi.

Landsdansistevnan í ár verður í Havn, leygardagin 21. august, og eru tað Tøkum lætt og Dansifelagið í Havn, sum eru vertir. Seinast stevnan var í Havn var í 2001, fyri júst 20 árum síðani.

Upprunaliga skuldi stevnan vera 8. mai, men valt varð long í vár at útseta stevnuna til 21. august, so nógv fleiri vóru liðugt koppsett.

Upprunaliga skuldi setanin av stevnuni eisini vera á Vaglinum, men av tí at Voxbotn nú er fyriskipað sama stað um somu tíð, verður stevnan í staðin sett uttanfyri Dansifrøi av Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, klokkan 17. Síðani verður borðhald í Dansifrøi og aftaná verður dansað í Sjónleikarhúsinum.

– Tað er heilt góð undirtøka, og eini 350 fólk hava teknað seg, herímillum fitt av ungum fólki eisini, skriva fyriskiparar.

Á skrá eru m.a. kvæðini: Brestis kvæði, Viljormur Kornus, Hoyberatátturin, Kópa kvæði, Jákup á Møn, Huldugentan, Ungdómsvísan, og síðani verður orðið frítt.

– Dansistevnan er eitt frálíkt høvi hjá teimum, ið eru áhugað í føroyskum dansi, at hittast og møta fólki úr øllum landinum – at møta gomlum dansivinum aftur eins væl og knýta nýggj vinarløg; og tað kanska serliga nú í ár, tá virksemið í nógvum feløgum hevur verið skert almikið og eingin almennur dansur hevur verið síðani korona byrjaði at herja heimin í mars 2020. Vit vænta og vóna at vit fáa eitt frálíkt kvøld, føroyska dansinum at frama, skriva fyriskipararnir at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder