Løgtingsvalið 2019 er farið afturum. Vit hava fingið eina nýggja samgongu at stjórna landinum komandi fýra árini.
Vallyftini undan valinum vóru mong, ikki minst tá tað snúði seg um pensjónistarnar.
Flokkarnir vissaðu okkum um, at tær kr. 580,- pr. mánað, sum í einum høggi vóru tiknar av grundupphæddini, skuldu vit fáa aftur. Hetta vóru krónur, allir landsins pensjónistar mistu pr. 1. januar 2016, og sum vit ikki hava sæð eitt oyra av líka síðani.
Hetta vallyftið vænta vit, nýggja samgongan heldur.
Vit vænta eisini, at Samhaldsfasti ikki longur verður skattaður tvær ferðir. Men bara ta einu ferðina.
Hetta givna vallyftið vænta vit somuleiðis, at nýggja samgongan heldur.
Á tíðindafundi leygardagin 14. september kom einki beinleiðis alment svar frá nýskipaðu samgonguni uppá fyrispurning um júst hetta mál.
Í staðin fingu vit eina gátuføra frágreiðing um ein aldurstrygdargrunn, har allar almannapensjónir verða útgoldnar við eini skattafríari grundupphædd og eini skattskyldugari viðbót, ið gevur pensjónistum, sum einki annað hava enn pensjónina at liva av, meiri pening.
Lagt varð afturat, at allir pensjónistar koma at hava meiri tøkan pening eftir aftaná skatt.
Við øðrum orðum: Tvey løgin svar uppá sama fyrispurning.
Skulu pensjónistar sambært hesum enn einaferð lutast upp í fleiri bólkar, tá tað kemur til skattamál?
Hetta er ikki tað, sum lovað var okkum undan valinum, og sum lýst var við í stórum litføgrum lýsingum undan løgtingsvalinum.
Les eisini: Yvirlýsing frá 9 fakfeløgum - samhaldsfasti riggar og skal hava frið
Broyting av Samhaldsfasta
Eitt av mongu vallyftunum gekk út uppá, at úr Samhaldsfasta fóru pensjónistar at fáa einar kr. 2000,- meira um mánaðin enn higartil.
Sambært tí, sum nú er komið fram er, at Samhaldfasti fer í søguna, avloystur av einum samansettum kryptiskum pensjónsgrunni, sum landið einki petti eigur í.
Ikki eitt orð hoyrdist um hesa ætlan undan løgtingsvalinum.
Hvat sigur arbeiðsmarkaðurin til tað?
Hvat siga fakfeløgini til tað?
Hvat siga arbeiðsgevararnir til tað?
Hækkan av mótrokningarupphæddini
Hvussu verður við mótrokningarupphæddini, sum fyri verandi pensjónistar er kr. 61.900,- um árið og kr. 60.000,- fyri teir komandi frá 1. januar 2020?
Sambært vallyftunum varð okkum lovað eina munandi hægri mótrokningarupphædd, so tað skal kunna ”løna” seg hjá teimum, sum hava hug og orku til tess, at vinna sær nøkur eyka oyru við síðuna av pensjónini, og harvið framvegis kunnu verða samfelagnum at gagni.
Hvussu verður við hesum vallyftinum?
Landsfelag Pensjónista er av tí áskoðan, at minimum kr. 100.000,- ella meiri hevði verið ein hóskandi upphædd, áðrenn mótrokning hjá einum pensjónisti, at fingið um árið.
Fráfaringaraldurin
Síðani kemur 70 ára fráfaringaraldurin, sum skal strikast úr lógaruppskotinum, um at banna mismuni á arbeiðsmarknaðinum. Tað skal ikki verða aldurin, men arbeiðsførleikin, ið avger, um ein skal av arbeiðsmarknaðinum ella ikki.
Uttan nakað uttanumtos tykjast løgtingslimir samdir um hetta.
Leggjast skal afturat, at Landsfelag Pensjónista er ímóti at hækka pensjónsaldurin. Hann skal vera 67 ár. Fólk mugu sjálvi gera av, um tey 67 ára gomul gevast á arbeiðsmarknaðinum ella um tey vilja halda fram.
Hetta er ein vinarlig áminning til nýggja landsstýrið um at halda vallyftir, ið givin vóru pensjónistum undan løgtingsvalinum 31. august 2019.
Beate L. Samuelsen, forkv.
Landsfelag Pensjónista
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald