Innanlands

Landsfelagið Børn og Samvera verður stovnað í kvøld

Felagið fer at arbeiða fyri, at samvera og samskifti hjá børnum við foreldur teirra altíð fer fram við barnsins tørvi í miðdeplinum

2020-01-22 07:36 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í kvøld verður stovnandi aðalfundur hjá Landsfelagnum Børn og Samvera. Endamálið hjá felagnum er at bøta um korini hjá børnum, hvørs foreldur ikki búgva saman.

- Tað er umráðandi hjá børnum í torførum støðum at hava eina rødd. Tí eru vit nøkur foreldur við royndum, sum stovna eina føroyska systurdeild til 20 ára gamla danska felagið “Landsforeningen Børn og Samvær”.

Í lýsingini av sínum kjarnuvirksemi skrivar danska “Landsforeningen Børn og Samvær”, at tey eru ein felagsskapur við støði í barnsins sjónarhorni, sum ikki tekur atlit til mammuna ella pápan.

Landsfelagið Børn og Samvera fer at arbeiða fyri, at samvera og samskifti hjá børnum við foreldur teirra altíð fer fram við barnsins tørvi í miðdeplinum. Felagið fer eisini at varpa ljós á lóggávu, sum hevur óhepnað ávirkan á børnini, og ætlanir eru eisini um, at skapa eitt netverk fyri útsett børn og foreldur teirra.

Stovnandi aðalfundur verður í kvøld kl. 19 í hølunum hjá Havnar Arbeiðarafelag á Tinghúsvegnum í Havn.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder