
Leygardagin 12. mars skipar Sambandsflokkurin hevur Sambandsflokkurin landsfund á Hotel Hafnia í Havn.
– Sambandsfólk kunnu gleða seg til eina fjølbroytta og spennandi skrá á árliga landsfundinum hjá Sambandsflokkinum. Formansrøða, víðkað politiskt orðaskifti, gestarøðari frá Vinstra og sofaprát er millum annað á skránni. Um kvøldið er ársveitsla, skrivar Sambandsflokkurin í tíðindaskrivi.
Fundurin verður frá klokkan 8.30 til 16.
Formaður, Bárður á Steig Nielsen, setur fundin og leggur við formansrøðu síni upp til politiskt orðaskifti, har veljarafeløg, ungmannafelag og sambandsfólk sleppa til orðanna. Landsstýrisfólkini taka eisini lut í orðaskiftinum.
Eftir steðgin á middegi, fer gestarøðarin, Jakob Ellemann-Jensen, formaður í Vinstra, at siga nøkur orð, og skipað verður síðani fyri sofapráti millum teir báðar formennirnar. Evnið er ríkisfelagsskapurin og umheimurin. Ein orðstýrari skipar kjakið, og høvið verður at seta spurningar.
Eftir steðgin seinnapartin heldur politiska orðaskiftið fram. At enda tekur formaðurin samanum.
Eftir landsfundin verður ársveitsla, sum somuleiðis verður hildin á Hotel Hafnia klokkan 19.
Ølls kráin fyri landsfundin sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald