Landsfundurin hjá Sjálvstýri verður í skúlaheiminum á Glasi í Havn komandi leygardag.
Klokkan 15.30 verður almennur fundur við fyrilestri og pallborðskjaki. Evni fyri fundin er avbjóðingarnar við ferðavinnuni í Føroyum.
Við yvirskriftini “Føroyingurin er ikki ferðamaður í egnum landi” verður kjakast um avbjóðingarnar í ferðavinnuni í Føroyum, og hvussu vit best kunnu handfara tær.
Á fundinum fer Jógvan Hovshólm, leiðari í Faroeway Adventures, at halda fyrilestur um avbjóðingarnar í ferðavinnuni í Føroyum. Eftir fyrilesturin verður pallborðsfundur við hesum luttakarum: Jógvan Hovshólm, forstjóri í Faroeway Adventures, Magnus Gaard, rektari á Miðnámi í Vestanna, Theresa T. Kreutzmann, leiðari í Visit Norðoy og Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald