Komandi leygardag 11. mai, hevur Blái Krossur Føroya sína árligu landsinnsavnan.
Allur peningurin fer í ár til fyribyrgingararbeiði millum børn og ung í Føroyum, millum annað verkætlanunum ‘Títt Rúm’ og ‘Liv Lívið’.
Bússur verða bornar inn í øll hús kring landið, umframt at møguleiki er at lata gávu á heimasíðuni blakross.fo ella við at ringja á tlf. 905610 fyri at lata 150 kr.
– Vit síggja ein stóran tørv á at hjálpa familjum, ið hava trupulleikar av rúsdrekka og rúsevnum, og at arbeiða fyribyrgjandi, so at fólk ikki koma út í trupulleikar av rúsi, sigur Edva Jacobsen, aðalskrivari í Bláa Krossi Føroya. Hesar báðar verkætlanirnar hava gjørt ein sera stóran mun fyri nógv børn, ung og familjur.
Títt Rúm
Títt Rúm er eitt ókeypis lágáttartilboð til øll í aldrinum 0 – 35 ár, sum hava foreldur við rústrupulleikum, og familjur teirra. Títt Rúm bjóðar bólka- og einstaklingasamrøður, umframt foreldra- og familjusamrøður.
Títt Rúm er í gongd við at styrkja arbeiði í Suðuroy enn meira, so øll hava enn betur møguleika at fáa hjálp, óannsað hvar í landinum man býr.
Hetta er nakað av tí, vit hoyra frá teimum, sum hava verið í bólki:
Genta 14 ár: ”Tað var ræðuligt allatíðina at goyma, at babba drakk.”
Drongur 10 ár: “Eg fann útav, at tað eri ikki bara eg.”
Genta 19 ár: “At møta øðrum, sum eru í líknandi støðu, hevur gjørt, at eg ikki kenni meg so einsamalla meira, og eg skilji nú, at tað ikki er mín skyld, at mamma drekkur.”
Liv Lívið
Verkætlanin Liv Lívið arbeiðir við at fyribyrgja, at ung fáa trupulleikar av rúsevnum og rúsdrekka. Hetta gera vit við at broyta hugburðin hjá vaksnum og ungum um, at ung rúsa seg.
Nógv kenna eitt trýst til at rúsa seg, men vit ynskja at taka hetta trýstið burtur og at tað skal vera okay at siga nei, um ein ikki hevur hug. Eisini ynskja vit at fyribyrgja, at ung koma út fyri keðiligum hendingum orsakað av rúsi, og at ung gerast bundin at rúsevnum ella rúsdrekka.
Árliga landsinnsavnanin er ein týdningarmikil liður í at fíggja fyribyrgingar-arbeiðinum hjá Bláa Krossi Føroya, og vit eru sera takksom fyri allan stuðul, sum vit kunnu fáa til arbeiðið, sigur Blái Krossur Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald