
Í kvøld verður árliga landsinnsavningin hjá Reyða Krossi send beinleiðis í Kringvarpinum úr Fiskastykkinum í Sandavági.
Landsinnsavningin er ein møguleiki hjá øllum – fólki og fyritøkum - at savna pening til at hjálpa, har neyðin er størst – bæði her heima og úti í heimi. Við at lata eina peningaupphædd kanst tú vera við til at gera veruligan mun, sigur Reyði Krossur.
Í sendingini vera rørandi samrøður og innsløg um hjálpararbeiðið, undirhald og tónleikaframførslur við eitt nú Vágaverk, Guðrið Hansdóttir, Jasmin og Beinir.
Sendingin verður í kvøld klokkan 19. Vertir eru Krista Johnsdóttir Kreutzmann og Jógvan Skeel Nolsøe.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald