Innanlands

Landskassans skuld minkað við 200 milliónum

Hetta kemst av, at Føroya Landsstýri í dag hevur afturrindað eitt lán á 1,3 milliardir og hetta er gjørt við at endurfíggja 1,1 milliard og við at rinda 200 milliónir krónur av landskassans gjaldføri. Hetta boðar Landsbankin frá

2022-06-02 11:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri fimtan døgum síðani, tók Føroya Landsstýri eitt 2-ára lánsbrævalán á 1,1 milliard. Hetta lán er nýtt til at rinda skuld aftur við, sum fellur til gjaldingar í dag - ein sokallað endurfígging. 

Harafturat rindar landskassin 200 milliónir krónur av gjaldførinum, og tískil minkar landskassans skuld við 200 mió. kr. 

Tað skrivar Landsbanki Føroya í tíðindaskrivi í dag

- Landskassans gjaldføri skal sambært lóg vera 15% av BTÚ, og tað svarar í 2022 til góðar 3 mia. kr. Landskassans gjaldføri hevur í 2022 í miðal verið góðar 3,4 mia. kr., sum er væl omanfyri lógarkravið. Tí var mett ráðiligt at nýta 200 mió. kr. av landskassans gjaldføri til at rinda skuld niður við.

At skuldin er niðurgoldin við 200 milliónum merkir, at nominella lánsbrævaskuld verður landskassans 3.743 milliónir krónur, sum er 18 prosent av BTÚ við ársenda 2021.

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder