placeholder
Innanlands

Landskassaskuldin minkað við 1,35 milliardumí dag

Lánið er afturgoldið við tøka gjaldførinum hjá landskassanum - skuldin er nú fýra milliardir

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-06-22 10:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Landskassin hevur í dag afturgoldið lán á 1,35 milliardir krónur.

Lánið er afturgoldið við tøka gjaldførinum hjá landskassanum, og rentuberandi skuldin minkar tí við hesi upphædd. Skuldin hjá landskassanum minkar frá at vera 5,3 milliardir krónur til 4,0 milliardir.

Landskassin tók í juni í fjør eitt lán á 1,6 milliardir krónur fyri at fíggja eitt tá væntað hall á fíggjarlógini á 1,1 milliardir krónur í 2020 og eitt hall á 500 milliónir krónur í 2021 orsakað av covid-19. Búskaparliga gongdin hevur tó víst seg at vera nógv betri enn mett var á vári 2020. Hallið á fíggjarlógini í fjør var 298 milliónir, og fíggjarlóg fyri í ár vísur eitt hall á 355 milliónir krónur.

Av tí at búskaparliga gongdin í fjør og í ár hevur verið betri enn væntað, er peningur nú tøkur, at rinda skuld niður við.

Í fyrsta lagi verður alt lánið goldið niður av landskassans gjaldføri. Við hesum fellur gjaldførið hjá landskassanum niður um tey kravdu 15 prosentini av bruttotjóðarúrtøkuni (ið svarar til 3,3 milliardir krónur) til at vera 13 prosent av BTÚ (ið svarar til 2,9 milliardir krónur). Hetta er heimilað í lógini um landsbankan, har tað er ásett, at tá umræður afturrindan ella endurfígging av landskassaláni, kann víkjast frá kravinum um 15 prosent av BTÚ fram til at næsta landskassalán fellur til gjaldingar.

Eftir summarfrítíðina verður støða tikin til, um lántøkan at fáa gjaldførið hjá landskassanum upp aftur á 15 prosent av BTÚ, skal verða í heyst ella tá næsta lán fellur til gjaldingar í juni 2022. Millum annað er enn ikki greitt, um covid-19 er farin framvið, og hetta atlitið kann gera tað skilagott at taka lánið longu í heyst, heldur enn at bíða til juni næsta ár.

Tíðindaskriv frá Landsbankanum 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder