Innanlands

Landslæknin: Helst eru millum 150 og 200 fólk smittað við Omikron

Higartil eru 47 tilburðir staðfestir í Føroyum, men veruliga talið er helst munandi hægri, sigur landslæknin, sum leggur afturat, at har eru fleiri smittuketur við ókendum uppruna

Enn er Omikron ikki dominerandi í Føroyum, men tað verður helst skjótt, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Enn er Omikron ikki dominerandi í Føroyum, men tað verður helst skjótt, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-12-19 15:12 Author image
Alda Nielsdóttir

Higartil eru 47 tilburðir av Omikron staðfestir í Føroyum, men veruliga talið liggur helst omanfyri 150.

Tað segði Lars Fodgaard Møller, landslækni við Útvarpið seinnapartin.

Ábendingar eru um, at millum 150 og 200 fólk eru smittað við Omikron-frábrigdinum í løtuni, sigur hann.

Landslæknin sigur eisini, at nakað av Omikron-smittu er leys í samfelagnum, tí í løtuni hava tey sjey smittuketur við Omikron, sum tey ikki kenna upprunan til.

Enn er nýggja frábrigdið tó ikki farið at dominera í Føroyum, men tað verður helst innan eina viku, sigur landslæknin.

Hoyr samrøðuna við landslæknan her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald