Innanlands

Landslæknin: Hetta kann leggja trýst á heilsuverkið

32 smittutilburðir eru staðfestir umborð á russiska trolaranum Karelia, og nú eru tveir av manningini innlagdir á Landssjúkrahúsinum

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-06-21 15:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð boðað frá, at 32 persónar vórðu smittaðir umborð á russiska trolaranum Karelia, sum í løtuni liggur í Runavík.

Ein av teimum smittaðu varð innlagdur á Landssjúkrahúsinum í gjár, og á middegi boðaði Lars Fodgaard Møller, landslækni frá, at ein persónur afturat var innlagdur.

Hóast 32 smittutilburðir eru staðfestir umborð á Kareliu er ikki stórur vandi fyri, at tey hava smittað onnur, sigur landslæknin. Heldur er vandi fyri, at ov stórt trýst verður lagt á føroyska heilsuverkið, um nógv hava tørv á innlegging.

Hoyr innslagið her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder