Innanlands

Landslæknin: Smittan er leys í samfelagnum

Í løtuni er ikki tamarhald á koronustøðuni, sigur Landslæknin – Farsóttarnevndin hevur fund um støðuna í dag

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Mynd: Sverri Egholm)

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-03 16:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Smittan er leys í samfelagnum, og í løtuni er ikki tamarhald á koronusmittuni. Tað sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni við Útvarpið.

Seinasta samdøgrið eru átta persónar staðfestir smittaðir við koronu, men í eina førinum er ikki greitt, hvussu persónurin er blivin smittaður. Fimm av teimum smittaðu vóru heldur ikki í sóttarhaldi.

Landslæknin váttar, at Farsóttarnevndin fer at hava fund um støðuna í dag.

– Vit eru stúrin í løtuni og kunnu bert mæla til, at mann heldur frástøðu, inntil tamarhald er á støðuni, sigur landslæknin.

Hoyr innslagið her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder