Mentan

Landslagið í broyting – nýggj serframsýning í Listasavninum

Ferniseringin av nýggju framsýningini verður seinnapartin fríggjadagin

2022-02-09 17:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fríggjadagin 11. februar letur nýggja serframsýningin, Landslagið í broyting, upp á Listasavni Føroya. Framsýningin varpar ljós á broytingar í føroyska landslagnum og í listini.

Føroyskir listamálarar hava søguliga havt eina sterka siðvenju við at mála landslagið á ein romantiskan og hugfarsligan hátt, meðan samtíðarlistin alsamt flytir seg til annað tilfar og onnur úttrykk. Við listaverkum úr ymiskum tilfari og tøkni spyr framsýningin, hvat eitt landslag er. Hvussu er føroyska landslagið broytt gjøgnum tíðirnar? Og hvussu fer landslagið at síggja út í framtíðini?

Landslagið í broyting varpar ljós á broytingar bæði í náttúruni og listini og kannar, á hvønn hátt samtíðarlistin endurspeglar broytingarnar í føroyska samfelagnum og náttúruni.

Framsýningin letur upp við fernisering fríggjadagin kl. 16 til 18. Røður og tónleikur verða á skránni og Listasavnið bjóðar ábit. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder